Stuðulin fer til kappingar og venjingarlegur

Stuðulin fer til kappingar og venjingarlegur
Rennarin úr Kvívík er einstaklingurin, sum hevur fingið størstu stuðulsupphæddina frá ÍSF
Jónas Gunnleivsson Isaksen gjørdist evropameistari í 200 metra renning í fjør.
 
24.01.2024 - 09:27

- Kappingar, venjingarlegur og útgerð. 

Tað verður millum annað tað, sum stuðulsupphæddin frá Ítróttasambandi Føroya skal brúkast til, sigur Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum er ein av teimum, sum fekk stuðul til úrvalsítrótt.

Rennarin úr Kvívík, sum gjørdist evropameistari í 200 metra renning í fjør, er tann einstaklingurin, sum hevur fingið størstu upphæddina, 125.000 krónur.

Hoyr innslag í úvarpstíðindunum: 

 

24012024_Jonas

 

1,6 milliónir

16 íðkarar og fimm lið hava fingið tilsamans eina millión og 630.000 krónur í stuðli til úrvalsítrótt.

Tær 21 umsóknirnar, sum fingu játtandi svar, eru úr 10 ítróttargreinum.

Størsta stuðulin, 250.000 kr., fær A-landsliðið hjá monnum í hondbólti.

Ungdómslandslið hjá monnum í hondbólti fær eisini 250.000 kr.

Nevndin í Úrvali hjá ÍSF fekk 37 umsóknir um stuðul til úrvalsítrótt í 2024. Søkt var um 6,2 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025