Eftirlitið við barnaverndini heldur fram

Eftirlitið við barnaverndini heldur fram
Ætlanin er framhaldandi at hava eftirlit við barnaverndartænastunum fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd
Barnaverndarlógin skal haldast, sigur landsstýrismaðurin í barnamálum.
 
03.02.2024 - 11:36

Ætlanin er framhaldandi at hava eftirlit við barnaverndartænastunum fyri at tryggja, at barnaverndarlógin verður fylgd.

Slíkt eftirlit var í 2021.

Yvirskipað vísti tað, at barnaverndartænasturnar leggja dent á at fylgja lógini.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Hann sigur eisini, at ætlanin er framhaldandi at menna barnaverndarøkið.

Grundað á frágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni um barnasamrøður, er Barnaverndarstovan í  ferð við at gera eina mannagongd um, hvussu  tær skulu vera fyri at tryggja, at barnaverndarsamrøður eru einsháttaðar og sambært barnaverndarlógini.

Sosialráðgevar gera vart við seg

Í sambandi við hetta málið ger Sosialráðgevarafelagið vart við, at arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevunum framvegis er ov stór.

Tað kundi tí verið eyðsæð hjá løgtinginum at sett sjóneykuna á arbeiðsbyrðuna hjá sosialráðgevunum.

Sambært vegleiðing hjá danska sosialráðgevarafelagnum, eiga sosialráðgevar í barnaverndartænastunum ikki at hava fleiri enn 20 – 30 mál.

Tey eru nógv fleiri í nógvum førum her í Føroyum, sigur Sosialráðgevarafelagið.

Sosialráðgevarar vilja ikki kasta ábyrgd frá sær.

Men felagið vil enn einaferð vísa á ta stóru arbeiðsbyrðu og nógvu málini, sum nógvir sosialráðgevar sita við. 

Hetta er sera álvarsligt, og tað mugu politikararnir taka í álvara og gera nakað við, sigur Sosialráðgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756