Nýtt sambýli við Rygsá á Argjum

Nýtt sambýli við Rygsá á Argjum
Talan er um bústovn til 24 fólk, sum bera autismu
Bygningurin skal staðsetast soleiðis, at pláss skal verða fyri at byggja annan bygning á stykkinum. Eisini er frástøða til ánna sambært byggisamtykt, sigur Landsverk.
 
05.02.2024 - 08:44

Landsverk hevur boðið út ráðgeving og projektering í sambandi við sambýli við Rygsá á Argjum.

Talan er um bústovn til 24 fólk, sum bera autismu.

Hann verður 1.700 brutto fermetrar, ella 1.300 fermetrar netto.

Sambýlið er býtt í fýra búeindir, og skulu einstøku eindirnar ikki órógva hvørja aðra. 

Tilboðini skulu vera inni 20.februar og vera eisini latin upp tann dagin.

Vinnarin verður kunngjørdur 12.juni.

Sambært tíðarætlanini skal heimið vera liðugt á sumri 2027.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815