Skipanin við miðlastuðli skal broytast

Skipanin við miðlastuðli skal broytast
Ikki er greitt, hvussu nýggja skipanin verður, men semja er um, at hon skal broytast
Ein arbeiðsbólkur ger í løtuni uppskot um miðlastuðul.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
07.02.2024 - 15:11

Skipanin við miðlastuðli skal brotyast.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, við heimasíðuna vp.fo.

Tað er tó ikki greitt, hvussu nýggja skipanin verður, men semja er um, at skipanin skal broytast, sigur landsstýriskvinnan.

 

70 og 30 prosent

Í verandi skipan fara 70 prosent av miðlastuðlinum til verkætlanir, bæði til loftborið og skrivligt tilfar, meðan 30 prosent av játtaða miðlastuðlinum fara til lønarútreiðslur hjá viðkomandi miðlum.

Ábyrgdarhavandi redaktørarnir á Portalinum, Miðlahúsinum, vp og Norðlýsinum søgdu við Frihedsbrevet í fjør, at verandi skipan órógvaði, og átti at verðið tikin av.

Og landsstýriskvinnan ásannar eisini, at tað tykist ikki , sum nakar er glaður fyri skipanina, sum er í dag. Hvørki miðlarnir ella politiska skipanin.

 

Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í mentamálum. (Savnsmynd: Bjarni Ártng Rubeksen)

 

Trupul at umsita

- Haraftrat hevur verandi skipan víst seg at vera trupul at umsita, ikki minst tí at tað var so trupult at manna nevndina, sum skuldi taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Fleiri limir í nevndini kastaðu frá sær, sigur Sirið Stenberg við vp.

Sirið Stenberg sigur eisini, at hon kundi hugsað sær eina skipan, har størri dentur verður lagdur á nýmenning á miðlaøkinum, men hon vil tó ikki útgreina hetta. Hon vísir til ein arbeiðsbólk, sum nú situr við uppgávuni at gera uppskot til miðlastuðul, skrivar vp.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532