Hava longu fleiri regluverk, sum ikki verða hildin

Hava longu fleiri regluverk, sum ikki verða hildin
Formaðurin í Sambandsflokkinum vísir ikki aftur, at flokkurin fer at taka undir við uppskoti um fíggjarpolitiskt regluverk, og sjálvandi skulu kommunurnar vera við, sigur hann
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2024 - 17:45

- Tað nyttar lítið at samtykkja nýtt fíggjarpolitiskt regluverk, tí longu frammanundan hava vit fleiri regluverk á hesum økinum, sum ikki verða hildin.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Hann vísir tó ikki aftur, at flokkurin fer at taka undir við einum lógaruppskoti um fíggjarpolitiskt regluverk, um tað kemur í tingið.

Og kommunurnar skulu sjálvandi vera við frá byrjan, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14022024_Bardur_um_regluverk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650