Roykskaði darvar skúlagongdina á Kambsdali

Roykskaði darvar skúlagongdina á Kambsdali
Miðnám á Kambsdali fekk stóran roykskaða av skammlopi í eltalvu
Miðnám á Kambsdali verður í undantaksstøðu í fleiri vikur, sigur rektarin. (Savnsmynd)
 
14.02.2024 - 11:28

Eingin skúlagongd hevur verið í Miðnámi á Kambsdali hesa vikuna eftir skammlop í eini eltalvu sunnukvøldið. 

Skúlin hevur fingið stóran roykskaða, sigur Christian Joensen, rektari.

 

Christian Joensen er rektari á Miðnámi á  Kambsdali.

 

Eltalvan kolaðist upp.

 

Nú er streymveitingin í lagi aftur, og ætlanin er at taka skúlagongdina uppaftur í morgin eftir serligari neyð-tímatalvu.

Miðnám á Kambsdali verður í undantaksstøðu í fleiri vikur, sigur rektarin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14012024_Talvurum

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709