Játtaðu stuðul til Varpið í Varpinum

Játtaðu stuðul til Varpið í Varpinum
Klaksvíkar býráð fer nú at hava regluligar býráðsfundir í mentanarhúsinum
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at játta Varpinum tríggjar milliónir kr. í íløgustuðli. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.02.2024 - 08:27

Klaksvíkar býráð samtykti einmælt við aðru viðgerð í gjár at lata mentanarhúsinum Varpinum tríggjar milliónir krónur í íløgustuðli.

Varpið søkti um fimm milliónir.

Søkt var eisini um fimm milliónir í fíggjarlógini fyri 2024, men har kom einki. 

Býráðsfundurin gjár var hildin júst í Varpinum. Tað var fyrstu ferð, at býráðsfundur var har. 

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at í áratíggju eru fundirnir hjá býráðnum hildnir í býráðshúsinum.

Tí er hetta ein søguligur fundur, nú regluligu fundirnir frameftir vera í nýggja mentanarhúsinum, skrivar kommunan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424