Einki danskt verjuskip við Føroyar fyribils

Einki danskt verjuskip við Føroyar fyribils
Arbeitt verður við at fáa eina fregatt til Føroya um miðjan mars og eitt verjuskip í Thetis-klassanum seinni
Í løtuni er einki danskt sjóverjuskip við Føroyar, og soleiðis verður støðan til hálvan mars. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
28.02.2024 - 16:47

Fram til miðjan mars verður einki danskt verjuskip undir Føroyum.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi verjumálaráðharran, um hann metir tað vera nóg trygt, at eingi skip hjá donsku sjóverjuni eru tøk kring Føroyar í løtuni.

Tekniskir trupulleikar á tveimum av verjuskipunum í Knud Rasmussen-klassanum hjá donsku sjóverjuni í Grønlandi fyrr í mánaðinum gjørdu, at Arktisk Kommando noyddist at flyta Hvidbjørnen, sum vanliga varðar um føroyska sjóøkið, til Grønlands.

 

Fregatt kemur um hálvan mars

Danska sjóverjan hevur í løtuni einki annað skip tøkt til føroyska økið.

Men Troels Lund Poulsen sigur, at arbeitt verður í fyrstu atløgu við at fáa eina fregatt í Iver Huitfeldt-klassanum til Føroya um miðjan mars, og at eitt Thetis-skip seinni fer at røkja uppgávurnar við Føroyar.

Danski verjumálaráðharrin sigur í svarinum til Sjúrð Skaale, at hann hevur álit á, at danska verjan røkir sínar uppgávur í Norðuratlantshavi, og at verjan hevur fleiri aðrar møguleikar, ið kunnu setast inn eftir tørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424