Johan Dahl: Nú er ovboðið

Johan Dahl: Nú er ovboðið
Løgtingsmaðurin hevur meldað eitt mál um ágang til løgregluna
Johan Dahl, løgtingsmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.02.2024 - 08:15

- Onkur vil mær og konuni ógvuliga ilt, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður.

Hann hevur meldað eitt mál um ágang til løgregluna.

Málið snýr seg um tvey brøv, sum dulnevnt fólk hevur sent til konu Johan Dahl.

Í brøvunum verður ført fram, at Johan Dahl skal hava havt samband við aðra kvinnu, sum nú er vorðin við barn. 

Søgan hevur síðani breitt seg út á sosialar miðlar, og nú er ovboðið, sigur løgtingsmaðurin:

 

29022024_Johan_Dahl

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329