Interpol eftirlýsir íslending

Interpol eftirlýsir íslending
48 ára gamli íslendingur skal hava sambandi við eitt risastórt mál um at smugla rúsevni til Íslands við Norrønu og selja tey
 
14.03.2024 - 18:29

Íslendska kringvarpið skrivar, at málið er frá apríl í fjør, har løgreglan legði hald á fleiri tíggjutals kilo av amfetamini umborð á Norrønu. Ein maður var varðhaldsfongslaður í sambandi við málið tá, men hann er latin leysur aftur. 

Løgreglan vil nú hava sambandi við Stefán Ingimar Brynjarsson í sambandi við eitt rúsevnamál, sum var fyri nærum 10 árum síðani. Stefán Brynjarsson var fyri 20 árum síðani dømdur átta ára fongsul fyri at vera uppi í umfatandi smugling av rúsevnum til Íslands. Talan var um amfetamin og kokain.

Íslendingurin hevur eisini framt lógarbrot í Týsklandi og Hollandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860