Vagnur, Pauli og Meiken best í Boccia

Vagnur, Pauli og Meiken best í Boccia
Vagnur Kjærbo, Pauli Johannesen og Meiken Olsen vóru best, tá kappast var um føroyameistaraheitini í Boccia um vikuskiftið
Meiken Olsen vann deild 1, tá kappast var um FM í Boccia
Mynd: Parasport Føroya  
 
18.03.2024 - 12:22

Vagnur Kjærbo, Pauli Johannesen og Meiken Olsen vunnu føroyameistaraheitini í Boccia um vikuskiftið.

Kappast var í trimum deildum býtt upp eftir førleika sambært Special Olympics-prinsippinum, og kappingarnar vóru bæði javnar og spennandi, skrivar Parasport Føroyar.

Vagnur Kjærbo vann deild 3, frammanfyri Joen Jacob Johannesen og Berit Abrahamsen, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Í deild 2 vann Pauli Johannesen frammfyri Elis Michelsen og Erlu Marr Erlandsdóttir. Meiken Olsen vann deild 1 frammanfyri Astrid Gullfoss og Joannu Jarnskor.

Paralympiski íðkarin, Hávard Vatnhamar og formaðurin, Petur Elias Petersen handaðu heiðursmerkini.


Pauli Johannesen vann deild 2 og gjørdist føroyameistari í Boccia. MYND: Parasport Føroyar

 


Í deild 3 var Vagnur Kjærbo fremst og fór avstað við føroyameistaraheitinum. Mynd: Parasport Føroyar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858