Betri trygging 84 milliónir í avlopi í fjør

Betri trygging 84 milliónir í avlopi í fjør
Serliga gott íløguavkast gjørdi 2023 til eitt so gott ár
Skaðaendurgjøldini hjá Betri trygging í fjør vóru 358 mió. kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.03.2024 - 14:25

Betri trygging hevði 84 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør.

Tað var 10 mió. kr í 2022.

Serliga gott íløguavkast gjørdi 2023 til eitt so gott ár.

 

358 mió. í skaðaendurgjaldi

Skaðaendurgjøldini vóru 358 mió. kr í fjør.

Betri trygging sigur, at bara einaferð áður hava verið fleiri skaðar enn í fjør. Serliga var tað ódnin í februar, sum elvdi til nógvar skaðar.

Skaðaendurgjøldini vóru nakað minni í 2022, 225 mió. kr..

Betri trygging væntar, at avlopið í ár verður millum 40 og 70 mió. kr. fyri skatt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890