Kapping, Arktis, russisk skip og yvirtøka í tinginum

Kapping, Arktis, russisk skip og yvirtøka í tinginum
Løgtingið fer at atkvøða um kappingarlógina í dag
Russisk skip í føroyskum havnum eru á skránni hjá løgtinginum í dag.
 
20.03.2024 - 05:56

Løgtingið fer at atkvøða um kappingarlógina í dag.

Kappingareftirlitið eigur ikki at sleppa at geva lógarbindandi boð um leiðreglu um vinning. 

Her verður gingið fríum vinnulívi rættiliga nær. 

Tað heldur minnilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum, Fólkaflokkurin, í álitinum um uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í kappingarlógini.

Almenni mynduleikin fær heimild at áseta fyri vinnur, hvønn vinning tær kunnu hava, sigur Fólkaflokkurin, sum hevur broytingaruppskot. 

Tað er, at heimildin hjá Kappingareftirlitinum skal bara vera galdandi í teimum førum, tá vøran ella tænastan hevur fingið stuðul, sum er ætlaður brúkaranum.

Vinningurin

Í øðrum førum má rættarskipanin taka støðu um boð um vinning.

Endamálið við broytingaruppskotinum er at avmarka møguleikan hjá Kappingareftirlitinum at geva boð, tá talan er um marknaðargreining. 

Annars tekur Fólkaflokkurin undir við uppskoti landsstýrisins.

Meirilutin í vinnunevndini, samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin, tekur undir við uppskoti landsstýrisins sum tað er.

Millum málini á tingfundinum í dag eru ein yvirtøka, tað er sjórætturin, sum skal yvirtakast, arktiski politikkur Føroya í 2024, og uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at loyva øllum russiskum skipum at koma í føroyska havn.

Tingfundurin er kl.10.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327