Sarah Mahfoud í ringin í nátt

Sarah Mahfoud í ringin í nátt
Dysturin um WBC-heimsmeistaraheitið verður í Las Vegas móti avstralsku Skye Nicolson
Sarah Mahfoud skal í ringin í nátt
Mynd: FightHype.com  
 
06.04.2024 - 16:30

Nú fær Sarah Mahfoud aftur kjansin at gerast heimsmeistari í boksing.

Í nátt skal hon boksa ímóti avstralsku Skye Nicolson í Las Vegas um heimsmeistaraheitið í fjaðurvekt, ið er fyri nevaleikarar sum viga upp í 58 kilo.

"Hetta verður risastórt", segði Sarah Mahfoud, tá vit tosaðu við hana í gjárkvøldið.

Møguleikin fyri at gerast WBC-heimsmeistari kom, tí verandi meistari, Amanda Serrano, í desember frásegði sær HM-belti sum mótmæli móti reglunum. 

Hon var ónøgd við, at WBC ikki vildi geva undantaksloyvi frá reglunum um, at heimsmeistaradystir hjá kvinnum skulu vera 10 umfør upp á tveir minuttir hvørt. 

Tí gav samtakið Saruh Mahfoud og Skye Nicolson HM-dystin.

Dysturin verður í Fontainbleau í Las Vegas.

Avstraliarin Skye Nicolson hevur boksað níggju professionellar dystir og vunnið allar, og Sarah Mahfoud hevur boksað 15 dystir og tapt ein - hon tapti dystin HM-dystin móti Amandu Serrano í 2022.

Sarah Mahfoud var seinast í ringinum í oktober í fjør, og tá vann hon á Marcela Acuna úr Argentina.

Hoyrið samrøðu við Saruh Mahfoud her:

 

Sarah_nevaleikari

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483