Sjúkrahúsverkið ger stóra trivnaðarkanning

Sjúkrahúsverkið ger stóra trivnaðarkanning
Endamálið er at fáa at vita, hvussu tey 1.300 starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum trívast, bæði sálarliga og í arbeiðinum sum heild
Landssjúkahúsið. Trivnaðarkanningin skal geva eina mynd á øllum stigum hjá trivnaðinum hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.04.2024 - 11:12

Sjúkrahúsverkið biður nú um tilboð um at gera eina umfatandi trivnaðarkanning.

Endamálið er at fáa at vita, hvussu tey 1.300 starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum trívast, bæði sálarliga og í arbeiðinum sum heild.

Trivnaðarkanningin skal geva eina mynd á øllum stigum hjá trivnaðinum hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum. 

Harafturat skal hon nýtast sum eitt strategiskt amboð til at varðveita og styrkja Sjúkrahúsverkið sum eitt dragandi og virkið arbeiðspláss, har trivnaður er í hásæti. 

 

Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Verður í heyst

Endamálið er eisini at síggja, hvussu væl virðini hjá Sjúkrahúsverkinum eru verksett, sigur Sjúkrahúsverkið í útboðstilfarinum. 

Trivnaðarkanningin, 30 til 40 spurningar, skal vera í heyst.

Úrslitini skulu vera tøk í oktober ella november. Starvsfólkini skulu vera dulnevnd í kanningini.  

Trivnaðarkanningin skal vera á minst tveimum málum, føroyskum og enskum.

Kunngjørt verður 22.mai, hvør fær arbeiðið at gera trivnaðarkanningina í Sjúkrahúsverkinum.  

 

Suðuroyar sjúkrahús.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454