Tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Tveir bilar stoyttu saman 450 metrar frá tunnilsmunnanum norðskálamegin
Tvey fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp vestan fyri Norðskálatunnilin í morgun. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.05.2024 - 10:17

Tvey fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp vestan fyri Norðskálatunnilin í morgun.

Løgreglan fekk boð klokkan 8.17, at tveir bilar høvdu stoytt saman 450 metrar frá tunnilsmunnanum norðskálamegin, á teininum oman móti rundkoyringini.

Ein maður var í øðrum bilinum og ein kvinna í hinum. Bæði vóru flutt á Landssjúkrahúsið, men løgreglan veit ikki at siga, um tey hava fingið álvarsligan skaða.

Báðir bilarnir fingu stóran skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334