Tvey stórmál nærkast álitum

Tvey stórmál nærkast álitum
Vinnunevndin hjá løgtinginum hevði fund í gjár um burðardygga ferðavinnu og um uppskotið um tøkugjald hjá alivinnuni
Uppskotið um burðardygga ferðavinnu hevði fyrstu viðgerð 19. mars. Uppskotið um tøkugjald 2. mai. Tey hava verið í vinnunevndini síðani.
 
12.05.2024 - 15:14

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevði fund í gjár um tey bæði stórmálini um burðardygga ferðavinnu, vanliga kallað uppskotið um gongd í haga, og um uppskotið um tøkugjald hjá alivinnuni.

Erhard Joensen, formaður í nevndini, sigur, at hann skal frætta frá hinum í nevndini í dag.

Tey skulu siga, hvørja støðu tey hava, nú álit skulu skrivast. 

Siðani fer nevndin at viðgera málini í morgin.

Kanska kemur álitið um tøkugjaldið týsdagin og álitið um burðardygga ferðavinnu mikudagin, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Meira vil hann ikki siga nú, heldur ikki, um Sambandsflokkurin tekur undir við uppskotinum hjá samgonguni um burðardygga ferðvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523