Fýra høgraflokkar skipa stjórn í Hollandi

Fýra høgraflokkar skipa stjórn í Hollandi
Frælsisflokkurin hjá Gert Wilders vann valið fyri hálvum ári síðani, men tað er geitt, at Wilders verður ikki stjórnarleiðari
Hóast flokkurin hjá Geert Wilders gjørdist størsti flokkur á valinum í Hollandi, er greitt, at hann ikki verður forsætisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.05.2024 - 08:51

Seks mánaðir eftir valið í Hollandi, eru teir fýra flokkarnir á høgravonginum vorðnir samdir um at skipa samgongustjórn. Men ikki er greitt, hvør verður forsætisráðharri.

Tinglimir í teimum fýra flokkunum góðtóku í gjár avtaluna, eftir at floksforfólkini høvdu gjørt tað sama. 

Smálutir í avtaluni vóru í gjárkvøldið ikki almannakunngjørdir. 

Geert Wilders, formaður í Frælsisflokkinum, PVV, segði, at tað er ikki greitt enn, hvør verður forsætisráðharri í nýggju samgonguni.

Tjóðartingsvalið var í november. 

 

Frælsisflokkurin størstur

Frælsisflokkurin, sum liggur ytst á høgravonginum, gjørdist størsti flokkur á valinum og tryggjaði sær 37 av 150 sessum í tjóðartinginum. 

Frammanundan hevði flokkurin 16 tingsessir.

Í marsmánaði samdust Frælsisflokkurin og hinir tríggir flokkarnir, sum nú eru við í avtaluni, - bóndaflokkurin BBB, nýggi anti-mutursflokkurin NSC og liberali flokkurin hjá fráfarandi forsætisráðharranum Mark Rutte, VVD, um at skipa eitt lutvíst tøkniveldi, - eina teknokratiska stjórn, har helvtin av limunum eru politikarar og helvtin er fólk, sum ikki er í politikki.

BBB, NSC og VVD hava undir samráðingunum kravt, at Wilders ikki verður forsætisráðharri, sum Wilders treyðugt tók undir við. 

 

Mark Rutte hevur verið forsætisráðharri í starvsstjórnini, sum hevur sitið síðani valið í Hollandi. Men hann leggur frá sær, tá nýggjur forsætisráðharri er tilnevndur.

 

Plasterk væntandi forsætisráðharri

Sambært tíðindstovuni AFP bendir nógv á, at fyrrverandi útbúgvingar- og innanríkisráðharrin, Ronald Plasterk, verður forsætisráðharri. 

Plasterk hevði týðandi leiklut í arbeiðnum at skipa innleiðandi samráðingarnar um samgongu.

Seinast, Holland skuldi skipa samgongustjórn, vardu samráðingarnar í 271 dagar, áðrenn Mark Rutte umsíðir kundi gerast forsætisráðharri. 

Hann er framvegis forsætisráðharri í starvsstjórnini, til nýggja samgongustjórnin tekur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
PLÁTUPANELIÐ #40 (Island Records)
207831
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472