Víkingur vann í yvirtíðini - 'same procedure' í grannauppgerðini

Víkingur vann í yvirtíðini - 'same procedure' í grannauppgerðini
Tvey mál í yvirtíðini tryggjaðu Víkingini trý stig ímóti NSÍ, meðan HB aftur hesa ferð vann á B36 í grannauppgerðini
Gezá Dávid Turi og Víkingur fingu øll stigini við eftir sigur á NSÍ
Mynd: Leit  
 
20.05.2024 - 20:41

Mál frá Poul Kallsberg og Martini Klein Joensen í yvirtíðini tryggjaðu Víkingi sigurin á NSÍ í Norðagøtu  2. hvítusunnudag.

Bæði liðini høvdu stórar møguleikar, men tá Dion Splidt fekk tvey gul kort fyri í tveimum førum í seinna hálvleiki at hava felt innskifta Olaf Bárðarson, gjørdist yvirvágin hjá heimaliðnum ov stór.

Kviki vongurin bjóðaði av í vinstru síðu ferð eftir ferð, og tá 92. minuttir vóru spældir fann hann Poul Kallsberg við handaru stong. Lítla løtu seinni gjørdist Martin Klein Joensen leysur við NSÍ-málverjanum, Kristiani Joensen, og so var eingin ivi.

 

'Same procedure' aftur og aftur

Heldur ikki hesa ferð var nakað nýtt undir sólini, tá HB og B36 hittust í grannauppgerðini á Ovara vølli í Havn.

B36 spældi væl - kanska betur - men við málum frá Mikkel Dahl og Viljormi Davidsen vunnu teir reyðu og svørtu dystin. Danski framherjin sendi HB framum beint fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Marius Kryger Lindh.

HB endaði kortini omaná, tá Viljormur Davidsen skoraði við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum. Tað var fyrsta málið hjá landsliðsliðskiparanum fyri felagið.

 

B68 misti aftur á stokkinum

B68 hevði mestsum tryggjað sær sigurin ímóti ÍF í Fuglafirði, men aftur hesa ferð mistu toftamenn á stokkinum. Brian Jacobsen skeyt bæði málini fyri B68, meðan Elvio Gelmini javnaði tvær ferðir fyri heimaliðið. Seinnu ferð, tá 94. minuttir vóru spældir.

Tá var innskiftið William Klein longu útvístur fyri tvey gul kort. Fyrst fyri at kasta seg og síðan fyri at skjóta, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu. Eftir dystin fekk B68-venjarin, Jákup á Borg, eisini reyða kortið fyri at brúka seg.

Á Dungasandi vann 07 Vestur 2-0 á EB/Streymi. Emil Pedersen og Magnus Isager skutu málini í seinna hálvleiki.

 

Fylgjast í FM-kapprenningini

Við sigrunum fylgjast Víkingur og HB á ovastu rók í Betrideildini. Tey hava 27 stig í part, og eru nú í roynd og veru bert hótt av KÍ, sum er á 3. plássi við 21 stigum. Klaksvíkingar vitja á Skála í annaðkvøld í síðsta dystinum í 10. umfari. B68 og ÍF eru framvegis undir niðurflytingarstrikuni við trimum stigum í part. EB/Streymur er nummar átta við fýra stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858