849 skinn í Hvannasundi

849 skinn í Hvannasundi
138 hval løgdu beinini í grindini í Hvannasundi í gjár. Seðlarnir komu út klokkan 8 í morgun, og grindin verður býtt í bæði dráps- og heimapartar
 
02.06.2024 - 10:42

Grindin var 849 skinn. Drápspartarnir vóru 1,2 skinn og heimapartarnir 0,15 skinn, sum verður býtt til fólk í Hvannasunds, Viðareiðis og Kunoyar kommunum, umframt til bygdirnar Lamba, Strendur, Nólsoy og Rituvík.

Grindin varð funnin um hálvgum tólv tíðina í gjár, men drápið byrjaði ikki fyrr enn 18.30, tí bíðað var eftir, at kappróðurin á Norðoyastevnu var liðugur.

Jens Jensen, sýðslumaður, sigur, at drápið var steðgað eftir 20 minuttum, og eftirverandi hvalirnir riknir út aftur. Hann veit ikki, hvussu nógvir hesir vóru. Nakrir teirra gjørdu tó landgongd eftir hetta, og teir vórðu eisini avlívaðir.

Tað var eisini eitt ivamál, um verkfallið mundi ávirka grindadrápið, men sum sýðslumaðurin hevur fingið upplýst, vildu verkafeløgini í verkfalli ikki leggja seg útí grindadrápið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713