- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betrideildin: Topp-fýra bresta saman
Fýra tey fremstu liðini í landskappingini við monnum spæla spennandi innanhýsis dystir í dag.
Oddaliðið, Víkingur, skal á vitjan hjá KÍ við Djúpumýru í Klaksvík, har teir ljósabláu taptu fyri nøkrum vikum síðan. Tann dysturin byrjar klokkan 15:15.
Við Løkin í Runavík tekur NSÍ, sum liggur á 4. plássi, ímóti HB, sum er nummar tvey við eins nógvum stigum og Víkingur.
Um Víkingur og HB vinna, verður gjógvin niður til KÍ á 3. plássi aftur seks stig. Vinna KÍ og NSÍ hinvegin, verða Víkingur, HB og KÍ øll jøvn við 30 stigum.
Kreppulið hittast
Fyrsti dysturin í dag - hann byrjar klokkan 15:00 - er ímillum tey bæði liðini, sum hava staðið seg ringast í mun til tað, sum var væntað og meldað út fyri kappingarbyrjan.
B36 ætlaði sær at spæla um meistaraheitið, men í løtuni eru 15 stig upp til 1. plássið. Hinvegin ber saktans til at fáa NSÍ aftur. Runavíkingar hava fýra stig meir enn B36 í løtuni.
Gongdin hevur verið stak vánalig hjá teimum hvítu og svørtu higartil, og mikukvøldið tapti B36 fyri TB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.
07 Vestur er eisini hálvavegna steðgað upp eftir eina fína byrjan. Við einum sigri í Gundadali í dag, kunnu vágamenn kortini yvirhála B36 og koma upp á 5. pláss.
Kringvarpið sigur frá dystinum í Klakvík ímillum KÍ og Víking og dystinum í Runavík ímillum NSí og HB.