Eru farnir á fund við semingsstovnin

Eru farnir á fund við semingsstovnin
Páll Nielsen umboðar arbeiðarafeløgini í verkfalli og Kristoffur Laksá arbeiðsgevarafelagið á fundinum við Terja Sigurðsson, semingsmann
Tað er altíð gott at byrja við einum kaffimunni. Terje Sigurðsson er farin á fund við umboð fyri arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 10:05

Fyri løtu síðani komu umboð fyri arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini í verkfalli á fund við Terja Sigurðsson, semingsmann, á skrivstovuni hjá semingsstovninum.

Semingsstovnurin hevur boðsent pørtunum til fundar at vita, um grundarlag er fyri at taka semingsroyndina uppaftur.

Páll Nielsen umboðar arbeiðarafeløgini í verkfalli og Kristoffur Laksá arbeiðsgevarafelagið á fundinum við Terja Sigurðsson, semingsmann.

Verkfallið gongur nú á fjórðu viku, og sum skilst verður fundurin í dag avgerandi fyri, um semingsstovnurn heldur grundarlag vera fyri at taka semingsroyndina uppaftur.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423