Taka nú semingsroyndina uppaftur

bannari
Taka nú semingsroyndina uppaftur
Semingsstovnurin hevur boðað pørtunum til seming fríggjadagin klokkan 13
Terje Sigurðsson, semingsmaður, heldur nú grundarlag vera fyri at taka semingsroyndina uppaftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 11:49

Terje Sigurðsson, semingsmaður, heldur nú grundarlag vera fyri at taka semingsroyndina við fakfeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar uppaftur.

Tað er greitt eftir fundin, sum semingsmaðurin hevði við umboð fyri partarnar fyrrapartin.

Hann hevur boðað arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarunum til seming fríggjadagin klokkan 13.

Havnar arbeiðskvinnufelag, sum hevur samráðst fyri seg, og sum eisini er í verkfalli, hevur somuleiðis fingið boð um at koma til seming saman við hinum pørtunum. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423