Dagstovnar lata upp í morgin

bannari
Dagstovnar lata upp í morgin
-Allir dagstovnar í Tórshavnar kommunu hava opið til vanliga tíð í morgin ári, sigur Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.06.2024 - 13:54

Tá semingsroyndin slitnaði fríggjakvøldið, boðaðu fakfeløgini frá, at tey geva undantøk til reingerðarfólk og burturbeining av ruski á dagstovnunum. Undantakið er galdandi frá mánamorgni klokkan seks. Undantakið til reingerðarfólk og burturbeining av ruski á dagstovnunum er galdandi fyri alt landið.

Størsta dagstovnaøkið er í Tórshavnar kommunu, sum hevur umleið 40 stovnar. 

- Allir dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata upp sum vanligt, í morgin ári, sigur Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Fólkaskúlarnir í Tórshavnar kommunu eru framvegis stongdir. Og har er higartil einki undantak givið frá verkfallinum. Tað merkir so eisini, at frítíðarskúlarnir framvegis eru stongdir, sigur Hermann Mortensen.

Hoyr samrøðu við Hermann Mortensen, trivnaðarstjóra í Tórshavnar kommunu

Hermann_1


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595