Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja

Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja
Kjartan Hansen og Árni Skaale hava seinastu tvey árini arbeitt við at mala á kvørn og stoypa brúktar aliringar um til lendisverju. 
Mynd: Bárður Lydersen  
 
10.06.2024 - 09:55

Hugskotið hjá teimum báðum er, at tá ið ein aliringur hevur tænt fyri seg, so verður hann lutaður sundur, malin á kvørn og endurnýttur. 

 

Lendisverja_HD

 

Brúktir aliringar verða endurnýttir sum lendisverja

 

- Vit taka brúktu aliringarnar og mala teir til smátt plast, sokallað granulat, sum so kann endurnýtast, sigur Kjartan Hansen, stjóri á Merkanor.

 

1678080
Lurta eftir samrøðuni við Kjarna og Árna um verkætlanina.
 
 

Kjartan Hansen, íverksetari, vísir, hvussu brúktir aliringar verða malnir til granulat (Mynd: Bárður Lydersen)

 

- Hetta er ein roynd at gera brúk av tí tilfari, sum finst her í landinum, og endurnýta tað. Aliringar er eitt, sum vit hava funnið útav kann brúkast sum lendisverja, sigur Árni Skaale, stjóri á LookNorth. 

 

Árni Skaale, stjóri, vísir, hvussu lendisverjan sær út (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Kjartan selur ein part av granulatinum til Árna, men tað mesta av granulatinum verður selt uttanlands til endurvinningar. 

 

Aliringarnir verða malnir á kvørn til smáplast (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Tá ið aliringurin er mallin á kvørn til smáplast, verður plastið malið víðari til granulat. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

- Hugsanin er, at tú kanst fara við hesari lendisverju á økir, so sum eitt parkeringsøki ella eina gøtu, so kanst tú leggja hetta á, klikkja tað saman sum flisar, fylla mold og sáa í tað. So fært tú eitt grønt parkeringsøki, sigur Árni Skaale. 

 

Brúktir aliringar endurnýttir sum lendisverja. (Mynd: Bárður Lydersen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373