Spyr løgmann, hvat miðfyrisitingin kostar

Spyr løgmann, hvat miðfyrisitingin kostar
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, spyr, hvat níggju aðalráð kosta samanborið við, at tað framvegis vóru sjey aðalráð
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, spyr løgmann um miðfyrisitingina og aðalráð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2024 - 14:40

Er miðfyrisitingin vorðin dýrari undir CEF-samgonguni samanborið við ABH-samgonguna, sum sat frammanundan?

Bárður á Steig Nielsen, sum var løgmaður í undanfarnu samgongu, hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni, ein grein 52 fyrispurning, har hann spyr, hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum samanborið við einum ári síðani.

Hann spyr eisini, hvat árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum er samanborið við, at tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum? 

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skipaðu fleiri aðalráð

Bárður á Steig Nielsen vísir á, at tá ið CEF-samgongan var skipað, var haldføri tema. Men beinanvegin varð talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum økt úr sjey upp í níggju. Løgmaður segði, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er lýst fleiri ferðir eftir fólki til nýggj størv í miðfyrisitingini. Hann spyr tí, hvussu nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120