Biðin um nýggja ársfrásøgn

Biðin um nýggja ársfrásøgn
Eingi mál um ólóglig partaeigaralán vóru stovnað eftir eftirlitið hjá Skrásetingini hesa ferð 
Skrásetingin ger roknskapareftirlit hvørt ár.
 
17.06.2024 - 06:32

Ikki øll partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg halda lógir og reglur, sum eru um tey.

Tað vísir roknskapareftirlitið hjá Skráseting Føroya.

Sjey feløg, sum ikki hava grannskoðara, eru biðin um nýggja ársfrásøgn fyri 2022. 

Harumframt hava átta feløg fingið boð um, at tey hava ikki sent fráboðan um broytingar í felagnum um grannskoðara og eigarar.

Tvey feløg, sum hava grannskoðaða ársfrásøgn, hava fingið vegleiðing frá Skrásetingini.

Umframt stakroyndirnar hevur Skrásetingin biðið átta feløg um at lata inn nýggjar ársfrásagnir fyri 2022.

Hetta eru sjey íverksetarafeløg og eitt smápartafelag.

Ársfrásagnirnar, sum komu frá teimum, lúka ikki treytirnar í ársroknskaparlógini, sigur Skásetingin. 

Ein teirra leyk ikki treytirnar at velja grannskoðara frá. 

Ólóglig lán

Í 2022 stovnaði Skrásetingin fýra mál um ólóglig partaeigaralán.

Eingi slík mál vóru stovnað eftir eftirlitið hesa ferð. 

Skrásetingin ætlar afturat vanligu eftirlitunum í ár at gera eftirlit um ólóglig partaeigaralán.

Tann 31. desember 2022 vóru 4.084 feløg skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. 

42 prosent teirra høvdu grannskoðara skrásettan.

Hini 58 prosentini vóru skrásett uttan grannskoðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650