Fyrsta føroyska lógin um útlendingar

Fyrsta føroyska lógin um útlendingar
Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot um føroyska integratiónslóg
Integrasiónsálit var gjørt í 2011. Nú kemur lógin.
 
20.06.2024 - 06:55

Uppskot er gjørt um føroyska integratiónslóg.

Løgmálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið, hevur sent tað til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til 3. juli.

Lógaruppskotið er um útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað skal koma í gildi 1. januar næsta ár.

Uppskotið sigur millum annað, at landið skal býtast í integratiónsøki, og integratiónssamskipari skal setast í øllum økjum.

Tey, sum lógin umfatar, fáa ókeypis undirvísing í føroyskum og ókeypis skeið í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum.

Krav

Kravt verður, at ávísir tilflytarir skulu til integratiónssamrøðu, har millum annað verður kunnað um, at integratiónssamrøða, málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið og mentanina eru sum byrjanarstøði treytir fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Ætlanin er yvirskipað at betra um integratión og trivnað hjá tilflytarum, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum.

Seinastu árini er talið av tilflytarum økt sera nógv, sigur Løgmálaráðið.

Teir vóru 1,5 prosent í 2010. Í fjør vóru teir 5,5 prosent av fólkatalinum. 

Og í Føroyum er eingin integratiónslóg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286