- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hernaðarvirksemið heldur minkað
Hernaðarvirksemið heldur minkað
Hóast vit javnan síggja kavbátar, flogfør og hernaðarskip um okkara leiðir, so er hernaðarvirksemið minkað um okkara leiðir samanborið við kalda kríggið, sigur søgufrøðingur

Sámal Tróndur Finsson Johansen, søgufrøðingur
21.06.2024 - 18:59
Ein kjarnorkurikin kavbátur kemur upp í Nólsoyarfirði, og eitt stórt amerikanskt hernaðarflogfar flýgur lágt í føroyska loftrúminum.
Tað var støðan í Føroyum longsta dag, og tað er mestsum vorðin ein gerandismynd í Føroyum.
Tað tykist sum, hernaðarliga virksemið hjá USA og øðrum sameindum er størri enn nakrantíð.
Men tað er ikki støðan, heldur Sámal Tróndur Finsson Johansen, søgufrøðingur, sum skrivaði bókina Føroyar undir kalda krígnum. Heldur hinvegin.
Munurin er, at nú spæla myndugleikarnir við opnum kortum, heldur hann, og mótstøðan móti hernaðarvirksemi í Føroyum er mestsum burtur.
1680838
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV