Framvegis einki endurgjald

Framvegis einki endurgjald
Heldur ikki Eystari landsrættur vildi lata endurgjald fyri varðhaldsfongsling
Heldur ikki Eystari landsrættur vildi lata endurgjald fyri varðhaldsfongsling hjá manni, sum var frídømdur.
 
14.03.2025 - 06:40

Heldur ikki Eystari landsrættur vildi lata endurgjald fyri varðhaldsfongsling.

Ein dani, sum var í varðhaldi í eitt ár, var síðani frídømdur í nevningatingi í Føroya rætti.

Hann kravdi góðar 800.000 krónur í endurgjaldi, millum annað hálva millión fyri mista arbeiðsinntøku.

Føroya rættur segði 5. september í 2023, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald.

Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu fyrst kravinum um endurgjald aftur.

Og tað staðfesti Føroya rættur.

Endurgjald verður ikki latið, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.

Tað er, um varðhaldsfongslingin var "selvforskyldt", sum skrivað stendur í rættargangslógin, ella sjálvgjørd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846