Ferðafólkaferðslan má skipast

Ferðafólkaferðslan má skipast
Landsverk mælir til, at 1,2 milliónir krónur skulu setast av til fýra mest vitjaðu ferðamálini um árið
Temabløðini Ábær ferðsla og Ferðafólkaferðsla hjá Landsverki vórðu løgd fram í Smæruni hin 18. juni í ár.
Mynd: Landsverk  
 
30.06.2024 - 14:49

Tørvur er á at skipa ferðsluna hjá ferðafólki nógv betur, tað sigur Brandur Sjúrðarson, verkætlanarleiðari á Samferðsluætlanini hjá Landsverki

Tí kemur Landsverk í nýggjum temablað við tilmælum um loysnir. Tilmælini snúgva seg í høvuðsheitum um at samskipa ferðsluna til Saksunar, Tjørnuvíkar, Gjáar og Kirkjubøar.

Landsverk arbeiðir við fýra loysnum fyri hesi smáplássini. Ein loysn er at seta fleiri smærri bussar inn á ferðaleiðirnar um summarið.

Hugskotini eru sett í greiningarfrymil hjá ST, sum vísir hvat loysir seg best samfelagsliga, búskaparliga og umhvørvisliga. 

Ein árlig játtan upp á 1,2 milliónir krónur skal setast av til hvørt av hesum fýra økjunum.

Tað er nakað nýtt, at Landsverk kemur við viðmælum til samferðsluloysnir á hendan hátt við at býta upp í temabløð heldur enn vanligu samferðsluætlanina. Temabløðini um ábæra ferðslu og um ferðafólkaferðslu vórðu løgd fram 18. juni.

Hugskotini eru viðmæli til loysnir, og skulu birta undir kjak, vil Brandur Sjúrðarson vera við.

Temabløðini Ábær ferðsla og Ferðafólkaferðsla um burðardygga ferðslu finnur tú á heimasíðuni hjá Landsverki: https://www.landsverk.fo/fo-fo/landsverk-gevur-tvey-temabloe%C3%B0-um-bur%C3%B0ardygga-fer%C3%B0slu-ut

Hoyr samrøðuna við Brand Sjúrðarson í tíðindunum kl 14.00, her: 

Brandur_Sjurdarson_Landsverk_FFF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221