Sleppa nú at vera á báðum bíðilistum í senn

Sleppa nú at vera á báðum bíðilistum í senn
Fólk, sum vilja ættleiða, sleppa nú at vera á bíðilista til at ættleiða í Føroyum ella uttanlands samstundis
Kunngerðin um ættleiðing er broytt.
 
01.07.2024 - 06:22

Fólk, sum vilja ættleiða, sleppa nú at vera á bíðilista til at ættleiða í Føroyum ella uttanlands samstundis.

Tað kundu tey ikki sambært kunngerðini, sum var galdandi til leygardagin.

Endamálið við nýggju kunngerðini er at tryggja, at umsøkjarar kunnu velja at søkja um innanlands og altjóða ættleiðing ella annaðhvørt innanlands ella altjóða ættleiðing.

Nú er tryggað, at umsøkjarar, sum bíða eftir altjóða ættleiðing, kunnu koma á bíðilistan til innanlands fremmandaættleiðing. 

Fremmandaættleiðing er ættleiðing av barni yngri enn 18 ár, har ættleiðari ikki hevur so tætt tilknýti til barnið ella foreldrini hjá barninum, at talan er um familjuættleiðing. 

Um barnið verður ættleitt úr útlandi, er talan um altjóða fremmandaættleiðing.

Men býr barnið í Danmark ella í Føroyum er talan um innanlands fremmandaættleiðing.

Nýggj avtala

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og Pernille Rosenkrants-Theil, almannamálaráðharri, gjørdu fyri einum mánað síðani avtalu um ættleiðing.

Danska stjórnin arbeiðir við at broyta donsku ættleiðingarlógina, so heimildin at miðla altjóða ættleiðingar, sum í dag er hjá Danish International Adoption, kann leggjast til Ankestyrelsen at umsita, um tað verður neyðugt.

Við avtaluni verður tryggjað, at Ankestyrelsen eisini kann yvirtaka og viðgera føroysk mál um ættleiðing.

16. januar boðaði felagsskapurin Danish International Adoption, DIA, frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. 

DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum í løtuni miðlar ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044