Ferðafólkastreymurin til Skúvoyar nógv vaksin

Ferðafólkastreymurin til Skúvoyar nógv vaksin
Ti 1. juni komu og fóru 1774 fólk við Sildberanum, 62 prosent fleiri enn somu tíð í fjør
Sildberin hevur flutt nógv fleiri ferðafólk á skúvoyarleiðini í ár enn í fjør. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 18:00

Ferðafólkastreymurin til Skúvoyar er nógvan vaksin, síðani Sandoyartunnilin kom.

Hagtøl hjá Strandferðsluni vísa, at ferðafólkavøksturin hevur verið 62 prosent til 1. juni í ár samanborið við somu tíð í fjør.

 

Tummas Frank Joensen. (Savnsmynd)

 

Í fjør flutti Sildberin 1095 ferðafólk til 1. juni, men í ár hava verið 1774 ferðafólk. 

Tummas Frank Joensen, sum skipar fyri tiltøkum fyri ferðafólk, sigur, at talið á útlendskum ferðafólkum er eisini vaksið nógv seinasta árið, hóast verkfallið hevði við sær, at onkrar avlýsingar vóru.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03072024_Ferdafolk_i_Skugvi

 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493