Framvegis færri nýggir bilar

Framvegis færri nýggir bilar
937 nýggj akfør vóru skrásett fyrra hálvár, men brúktu akførini eru nógv fleiri nú
937 nýggj akfør vóru skrásett fyrra hálvár. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 08:46

Framvegis koma færri bilar til landið enn í fjør.

Fyrra hálvárið í ár vóru 937 nýggj akfør skrásett.

Tey vóru 258 fleiri í fyrru helvt av 2023, vísa tølini hjá Akstovuni.

Minkingin er næstan 22 prosent.

 

49 færri í juni

Í juni vóru 49 færri nýggj akfør skrásett enn í juni í fjør.

Fyrst og fremst persónbilarnir eru færri í ár.

Men brúktu akførini eru nógv fleiri nú.

Tølini eru ikki tó stór, men fyrra hálvárið vóru skrásett 223 brúkt akfør, góð 108 prosent fleiri enn í fyrra hálvári í 2023. 

Sí hagtøl fyri nýggj akfør her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497