Verkfallið ávirkaði ferðafólkatalið á flogvøllinum

Verkfallið ávirkaði ferðafólkatalið á flogvøllinum
Fyrru helvt í juni komu og fóru 14 prosent færri ferðafólk enn somu tíð í fjør
Ferðafólkini vóru 43.836 í juni í ár. Tey vóru 46.106 í juni í fjør. (Savnsmynd)
 
05.07.2024 - 09:48

Verkfallið hevði stóra ávirkan á flogferðsluna.

Verkfallið endaði 9. juni.

Og í fyrru helvt í juni vóru ferðafólkini á flogvøllinum 14 prosent færri enn í juni í fjør.

Eisini um vit taka allan juni, eru færri ferðafólk, 4,9 prosent færri.

Ferðafólkini vóru 43.836 í juni í ár. Tey vóru 46.106 í juni í fjør.

Fyrra hálvárið var vøksturin bara 0,9 prosent sammett við fyrra hálvár í fjør.

Var einki verkfall, var vøksturin kanska fimm prosent, heldur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV