Eingin kvinna á pall á Tórsfest

Eingin kvinna á pall á Tórsfest
Millum mongu tónleikararnar, sum trína á Føroya Tele-pallin og á Effo-pallin, er eingin kvinna, og tað krevur bata, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini
Frá Tórsfest í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2024 - 10:17

Okkurt bendir á, at batar krevjast, tá ræður um at fáa kvinnur á pall á teimum ymsu tónleikafestivalunum og stóru konsertunum í Føroyum, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini.

Eins og undanfarin ár er langt millum kvinnurnar á mongu føroysku tónleikapallunum í summar.

- Tað almenna eigur at ganga fremst, men vit eiga øll ábyrgdina, tá ið talan er um at bøta um karmarnar, sigur Bjørk Maria Kunoy:

 

08072024_Bjork_1


26. juli verður Tórsfest í Havn.

Millum mongu tónleikararnar, sum trína á Føroya Tele-pallin og á Effo-pallin, er eingin kvinna.

Vit hava spurt Rúna Djurhuus, sum skipar fyri Tórsfest, hví so er. 

Tað bar ikki til hjá honum at gera samrøðu, tí hann er staddur uttanlands, men í telefonsamrøðu segði hann, at hann hevði biðið fleiri kvinnur, men tað riggaði ikki, sum hann málbar seg.

Spurdur, hvussu nógvar kvinnur hann hevði spurt og hvørjar, hevði hann onga viðmerking.

Vit hava í gjár og í dag havt samband við eitt netverk av føroyskum tónlistakvinnum, sum eru aktivar á palli og við útgávum. 

 

Bjørk Maria Kunoy er forkvinna í Javnstøðunevndini. (Savnsmynd)

 

Í bólkinum eru 89 tónlistakvinnur og av teimum er eingin, sum sigur seg verða bidna um at framføra á Tórsfest.

Á G-festivalinum og á Summarfestivalinum, sum saman við Tórsfest og Voxbotn eru størstu tónleikafestivalar í Føroyum, eru nakrar kvinnur á plakatini, men framvegis er allarstørsti parturin menn.

Aðrastaðni verður nógv kjakast um júst hetta at hava bæði kvinnur og menn á palli til festivalar.

Í ár hevur til dømis Roskilde Festivalurin boðað frá, at tað fyri fyrstu ferð hevur eydnast teimum at hava nøkulunda javnstøðu millum teirra, sum framføra.

Bjørk Maria Kunoy er forkvinna í Javnstøðunevndini:

 

08072024_Bjork_2


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926