Høvuðsumvæla Venjingarskúlan og Læraraskúlan

Høvuðsumvæla Venjingarskúlan og Læraraskúlan
Kunngjørt verður 27. september, hvør vinnur útbjóðingina
Umvælingararbeiðið skal gerast í stigum, lon fyri lon, so virksemið hjá Setrinum verður darvað sum minst í umvælingartíðini. (Savnsmynd)
 
08.07.2024 - 10:44

Venjingarskúlin og Læraraskúlin, sum Fróðskaparsetrið nú eigur, skulu høvuðsumvælast.

Landsverk biður um tilboð upp á ráðgeving til eina heildarætlan um skúlarnar og at projektera høvuðsumvæling við møguligum uppíbyggingum. 

Umvælingararbeiðið skal gerast í stigum, lon fyri lon, so virksemið hjá Setrinum verður darvað sum minst í umvælingartíðini.

Freistin er 5. september, og tá verða tilboðini latin upp.

Kunngjørt verður 27. september, hvør vinnur útbjóðingina.

Ástaðarfundur verður fyrrapartin 20. august í høllini í gamla Læraraskúlanum á Frælsinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751