Almennar skiljistøðir setast upp í Havn

Almennar skiljistøðir setast upp í Havn
Á brennistøðini á Hjalla í Havn standa tríggjar skiljistøðir, sum í næstum skulu setast við nakrar størri matvøruhandlar í høvuðsstaðnum
Hjallarnir standa klárir á Hjalla
 
10.07.2024 - 15:31

- Vit hava fingið tríggjar støðir til landið, og avtala er gjørd við tríggjar matvøruhandlar í Havn, har tær skulu setast upp í næstum. Tað mangla bara smávegis skelti og annað at seta á, so er klárt at seta tær upp, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu.

Herfyri sendi Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, eina kunngerð um burturkast til hoyringar. 

Tað nýggja er, at karmar verða settir um eitt undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og at endurvinna burturkast frá húsarhaldum og vinnu. Burturkast skal skiljast meira, eisini heima við hús, og handfarast sambært burturkaststiganum. Ein høvuðstáttur í uppskotinum er, at land og kommunur saman skulu gera eina landsætlan um burturkast og henni á baki eina kommunala ætlan um burturkast. Tær skulu galda í 10 ár. Uppskotið er til hoyringar til 30. august.

Men úrslitið av hesi kunngerð fer ikki at síggjast enn, tí kunngerðin kemur væntandi í gildi 1. januar 2026, so at stundir eru hjá kommununum at gera eina kommunala ætlan fyri burturkast í 2025.

Nú gongur Tórshavnar kommuna undan og fer longu nú at seta endurnýtslustøðir upp. Hugskotið er, at tá fólk fara til handils, kunnu tey taka allan innpakningin frá eldri keypum við sær aftur til endurnýtslu. Talan kann vera um tóm gløs, blikk, battaríir og annað.

Støðirnar minna mest av øllum um hjallar, har eini trý grøn íløt kunnu setast inn í hvønn, har fólk kunnu sleppa sær av við burturkastið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493