Fyrsta brotið á ramsar-kunngerðina staðfest

Fyrsta brotið á ramsar-kunngerðina staðfest
Politiið sigur, at ein bátur helt ikki kunngerðina við Nólsoy í gjár
Nólsoy er ein av ramsaroyggjunum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.07.2024 - 10:51

Fyrsta staðfesta brotið á ramsar-kunngerðina í ár var staðfest í gjár.

Tað var ein bátur, sum, sambært politinum, ikki helt kunngerðina við Nólsoy.

Frá 15. apríl til 31. august eru avmarkingar í siglingarferð kring ramsar-oyggjarnar, sum eru Nólsoy, Skúgvoy og Mykines.

Forboðið er at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla Skúgvoy og Mykines og kring partar av Nólsoy.

 

Harður tónleikur og vatnskutarar

Eisini er óneyðugur gangur, so sum harður tónleikur og sigling við vatnskutarum forbjóðaður á hesum leiðum.

Forboðið fevnir um øll skip og allar bátar, og endamálið er, at fuglur, sum reiðrast, skal fáa frið.

Undantikin eru tó skip í fastari rutusigling, og somuleiðis er undantikið, um talan er um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

Brot á forboðið verður revsað við bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037