Alment: Oyggjaleikir í Føroyum í 2027

Alment: Oyggjaleikir í Føroyum í 2027
Vit hava vitað tað í eina tíð, men í dag bleiv tað alment, at oyggjaleikirnir í 2027 verða í Føroyum
Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, og Andrew Inkster, formaður í IIGA, undirskriva sáttmálan, sum gevur Føroyum oyggjaleikirnar í 2027
Mynd: Bob Kerr  
 
13.07.2024 - 16:14

Á aðalfundinum hjá altjóða oyggjaleikanevndini IIGA á Orknoyggjunum í dag varð einmælt samtykt, at Føroyar verða vertir í 2027.

Stutt fyri jól í fjør vendi altjóða oyggjaleikanevndin IIGA sær til Ítróttasamband Føroya við fyrispurningi um, Føroyar kundu hýsa leikunum í 2027 heldur enn í 2031, sum annars ætlað. Fyrispurningurin varð alt fyri eitt játtaður, men endaliga staðfestingin hevur manglað. Hon kom so í dag, tá ið umboð fyri limaoyggjarnar á aðalfundinum atkvøddu fyri Føroyum sum vertur í 2027.

Væntandi koma 2.500-3.000 ítróttafólk úr 24 ymsum oyggjum til Føroya at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í døgunum 3.-9. juli 2027.

Hoyrið innslag við Elini Heðinsdóttir Joensen her:

Elin_HJ_Orkney

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622