Pál Joensen: Revsingin fyri doping er ofta ov lin

Pál Joensen: Revsingin fyri doping er ofta ov lin
Meir enn 100 av ítróttafólkunum, sum skulu kappast á olympisku leikunum í ár, eru fyrr dømd fyri doping. Hetta er harmiligt, men ikki óvanligt, sigur Pál Joensen
Pál Joensen heldur, at doping og avleiðingarnar av doping eisini eru tengd av, hvørjari mentan ein kemur frá
 
21.07.2024 - 18:31

Fríggjadagin verða olympisku summarleikirnir settir í Paris, og næstu tvær vikurnar ella so fara meir enn 11.000 ítróttafólk úr øllum heimsins heraðshornum at kappast um at vinna størsta heiður, sum er í ítróttaheiminum: Eitt olympiskt gullmerki.

Men medaljan hevur eisini eina baksíðu. Tí av teimum 11.000 ítróttafólkunum eru í minsta lagi 105, sum fyrr eru dømd fyri doping.

Tað skrivar norska kringvarpið NRK.

Nógv tey flestu av hesum - meir enn ein triðingur - eru í frælsum ítrótti. Men tennis, ríðing og vektlyfting hava eisini fleiri dopingdømd við á leikunum.

Øll eru ikki so fegin um, at ítróttafólk, sum fyrr eru tikin fyri doping og hava fingið dóm fyri tað, sleppa at vera við aftur.

Men tá ítróttafólk hava fingið ein dóm fyri doping og hava sitið dómin av, hava tey fingið sína revsing og kunnu vera við aftur. Tað siga reglurnar, og tær eru truplar at broyta, tí tað snýr seg eisini um mannarættindi.

Tað sigur Pál Joensen, sum er antidopingsamskipari hjá Anti-Doping Føroyar og sum eisini sjálvur hevur kappast á olympisku leikunum í svimjing. 

Hann heldur, at dómarnir fyri doping ofta eru í linara lagi. Og eitt er tann almenni dómurin, men so er tað eisini tann moralska revsingin frá samfelagnum, sum kann vera svingandi. Tað veldst eisini um, hvørjari mentan viðkomandi ítróttafólk kemur frá.

 

Hoyrið samrøðu við Pál Joensen her:

Pal_Joensen_doping_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491