Nýtt samband: Dómsvaldið skal framvegis vera danskt

Nýtt samband: Dómsvaldið skal framvegis vera danskt
Samfelagið er for lítið til at føroyingar kunnu yvirtaka og umsita rættarskipanina og dómstólarnar í Føroyum, heldur Sambandsflokkurin
Hóast Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin gloppa dyrnar til, at Føroyar eiga at fáa víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum, so eru økir, ið skulu verða á donskum hondum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2024 - 12:46

Dómsvaldið skal framvegis vera danskt, um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um eitt nýtt samband við danir verður veruleiki. 

Í gjár hevði Sambandsflokkurin tíðindafund undir yvirskriftini "Nýtt Samband", har flokkurin millum annað skjýtur upp, at Føroyar skulu hava víðkaðar rammur á uttanríkispolitiska økinum.

Sambandsflokkurin hevur lenað seg upp móti greinini "Ríkisfelagsskapurin 2.0," sum Kristian Joensen, námslektari á Fróðskaparsetri almannakunngjørdi saman við Bárði Larsen, útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, í apríl.

Men í sínari greining, so leggja løgfrøðingarnir eisini upp til, at rættarskipan og dómstólar eiga at vera føroyskir. Men har er Sambandsflokkurin ikki samdur. 

 

1688506

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672