- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svensk heimsstjørna vann OL-gull og setti heimsmet
24 ára gamli svenski stangarleyparin Armand Duplantis er kanska størsta stjørnan yvirhøvur í frælsum ítrótti í løtuni.
Sjáldan hevur eitt ítróttafólk verið so nógv tað besta í sínari ítróttagrein, sum Armand Duplantis er í stangarlopi í løtuni.
Tað var nærmast givið frammanundan, at Duplantis fór at vinna OL-gull, tí hann hevur vunnið alt, ið er vert at vinna frammanundan, eisini OL-gull í Tokyo.
Spurningurin var eitt sindur: Hvat kann svenska sensatiónin gera, sum vit ikki hava sæð áður?
Myndir: Ritzau / Scanpix
Feilfrítt OL-met
Duplantis leyp uttan at ríva fram til, at hann hevði sett olympiskt met og tryggjað sær OL-gullið við at varpað seg sjálvan upp um 6,10 metrar. Tað sá í grundini lætt út.
Tá OL-gullið var í hús, setti Duplantis nøsina upp móti heimsmetinum, og bað um at fáa tvørliggjaran hivaðan upp á 6,25 metrar - altso 15 sentimetrar hægri enn OL-metið, ið hann júst hevði sett, og ein sentimetur hægri enn hansara egna heimsmet.
Beinanvegin nær við
Armand Duplantis var sera nær við í fyrstu royndini, men høgri armur tók í tvørliggjaran, sum datt niður saman við svensku stjørnuni.
Annað lopið var eitt vet verri enn tað fyrsta, og Duplantis gekk yvir til foreldrini, at tosa við tey um, hvat hann kundi gera øðrvísi.
Mamman, ið filmaði alt við einum iPaddi, vísti honum lopið og avrátt var, at renningini fram til lopið skuldi rættast til.
Hóast øll tey um 80.000 fólkini í Stade de Francestadium stóðu og bíðaðu eftir triðju og síðstu royndini hjá Duplantis, so bað sviin um at fáa eitt sindur av eyka tíð at fyrireika seg.
Tók sær góða tíð
Hann settist millum hinar stangarleypararnar, fór úr skónum og tók eina vøddamýkjararullu fram, ið hann legði seg niður á, meðan hann mýkti sær ryggin og prátaði við kappingarneytarnar.
Áskoðararnir máttu stytta sær um stundirnar við at syngja felagssang, tí allar aðrar kappingar vóru avgreiddar.
Eftir eina løtu fór Duplantis aftur á føtur, í skógvarnar, tape'aði onkran fingur, fekk sær pulvur á hendurnar, tók stongina, og so gjørdi hann seg kláran.
Og meðan allir teir 80.000 áskoðararnir og hansara kappingarneytar klappaðu í takt, rann og leyp 24 ára gamli Armad Duplantis seg inn í søgubøkurnar, tá hann smoygdi sær upp um 6,25 metrar.
Harvið setti hann nýtt heimsmest í stangarlopi. Hetta var 9. ferðin, at Armand Duplantis setti heimsmet. Einki óvanligt í tí.
Men at megna at seta heimsmet til eitt OL, meðan 80.000 áskoðarar í stadium og hundraðtals milliónir sjónvarpshyggjarar kring heimin sita og bíða eftir, at tú gert tað, er nakað heilt serligt.