Viktor Axelsen vann Danmark fyrsta OL-gullið

Viktor Axelsen vann Danmark fyrsta OL-gullið
Tað hevur tikið eina løtu hjá dønum at vinna sítt fyrsta OL-gull, men í dag hølvaði Viktor Axelsen tailendska badminton heimsmeistaran Kunlavut Vitidsarn av 2-0
Viktor Axelsen vann í stórum stíli í OL-finaluni
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.08.2024 - 15:57

Fríðrikur kongur fylgdi við, tá danska badminton heimstjørnan Viktor Axelsen sera sannførandi vann við teimum settum móti ongum á tailendska heimsmeistaranum Kunlavut Vitidsarn. 

Viktor Axelsen lat ongan iva vera um, hvør var tann besti leikarin á vøllinum í dag. 21-11 og 21-11 endaðu settini. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
 

Danin spældi upp til sítt allarbesta, og sjálvur hevði Viktor Axelsen ilt við at skilja, at hann kundi spæla dugnaliga heimsmeistaran út av vøllinum, sum hann í roynd og veru gjørdi. 

"Eg skilji tað ikki. Eg skilji tað ikki," segði Viktor Axelsen eftir OL-finaluna, meðan hann tók sær til høvdið. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
 

Fríðrikur kongur ásannaði, at tað var ein stórur lætti, at Danmark nú hevur vunnið sítt fyrsta OL-gull. 

"Tað er eisini ein lætti fyri hini ítróttafólkini, tí tey eru øll saman um hetta," staðfestir kongurin. 


Mynd: Ritzau / Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425