OL 2024: 16 ára gamal akari á rullifjøl hevur føroyskar røtur

OL 2024: 16 ára gamal akari á rullifjøl hevur føroyskar røtur
Blaðungi danin Viktor Solmunde skal fyrrapartin royna at aka seg í OL-finaluna á rullifjøl. Eftirnavnið avdúkar, at ungi maður hevur føroyskar røtur
Mynd: Viktor Solmunde á Facebook  
 
07.08.2024 - 09:23

Rullifjalaítróttin við monnum, ella tað, sum á mannamunni verður rópt at standa á skateboard, er á OL-skránni í dag klokkan 11.30 føroyska tíð. 

Danir eru umboðaðir av tí einans 16 ára gamla Viktor Solmunde, ið verður roknaður sum eitt stórt talent innan ítróttina. 

Um onkur heldur, at eftirnavnið Solmunde ljóðar føroyskt, so er tað eisini rætt. 

 

Ættarbond til Klaksvík

Viktor Solmunde hevur ættarbond til Klaksvíkar, tí hann er ommusonur Lisbeth Solmunde Michelsen úr Klaksvík, sum er búsitandi í Aalborg.

Solmunde er annars gamla danska navnið fyri Søldarfjørð, Solmundefjord. 


Viktor Solmunde til tíðindafund í París um sína OL-luttøku (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

Vikor Solmunde skal royna at aka seg í OL-finaluna á rullifjøl klokkan 11.30 fyrrapartin.

Málið hjá honum er at vera millum átta teir bestu, ið koma í OL-finaluna. Tað segði Vikor Solmunde við DR, tá tað var greitt, at hann hevði tryggjað sær OL-luttøkuna. 

"Eg livi mín dreym til fulnar nú. Eg gleði meg sera nógv, og málið er at røkka OL-finaluni," segði Viktor Solmunde, tá hann í innleiðandi kapping fyrr í ár tryggjaði sær OL-luttøkuna. Tá endaði 16 ára gamli unglingin sum nummar 10 av øllum luttakarunum.

 

Tvíbýtt kapping

Rullifjalaítróttin er býtt upp í tað, ið tey kalla street og park. Street, ið merkir gøta, snýr seg um at rulla so væl sum til ber í einum sergjørdum øki við rimagørðum, trappum og øðrum lutum. Park, ið merkir, ja, park, snýr seg um aka í sergjørdum øki, sum eru formað sum ein skál, ið tey kalla bowls, har tað eru luteindur sum rampur og annað. 

Vikor Solmunde kappast á rullifjøl í dag klokkan 11.30. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109