FSF-forsetin: Nýggjur landsliðsvenjari verður settur í næstum

FSF-forsetin: Nýggjur landsliðsvenjari verður settur í næstum
Tríggir kandidatar eru eftir á listanum hjá Fótbóltssambandi Føroya yvir møgulig evnir til starvið sum A-landsliðsvenjari hjá manslandsliðnum. Ein teirra er føroyingur
Håkan Ericson fór frá sum føroyskur landsliðsvenjari eftir javnleikin móti Lettlandi í oktober í fjør. Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen tóku við sum fyribilsvenjarar, og sum skilst, tí tað er óváttað, er Eyðun Klakstein enn á listanum yvir evnir
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
26.01.2025 - 15:11

Um slakan hálvan annan mánað skal A-landsliðið hjá monnum aftur í eldin. Tann 22. mars skal føroyska landsliðið á útivølli spæla undankappingardyst ímóti Kekkia og tríggjar dagar seinni er Montenegro vertur. Tí hevur tað týdning, ikki minst fyri landsliðið sjálvt at fáa ein nýggjan venjara upp á pláss, so hann kann vera við frá byrjan í nýggju HM-undankappingini.

Og stendur tað til Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandi Føroya, so ganga í mesta lagi tvær vikur áðrenn tað verður almannakunngjørt, hvør verður nýggjur landsliðsvenjari.

FSF hevur arbeitt saman við danskari ráðgevingarfyritøku, sum eisini hevur arbeitt saman við fleiri av hinum norðurlendsku sambondunum, fyri at finna fram til rætta profilin, og tá tað var komið upp á pláss varð farið at leita eftir møguligum kandidatum.

- Tað vóru 15 evnir á listanum at byrja við og so hava vit sáldað frá, so vit nú eru komin niður á tríggjar kandidatar, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Ein av kandidatunum er føroyingur, men um tað verður ein føroysk loysn ella enn ein útlendsk, er støða ikki tikin til enn.

Spurdur nær nýggi landsliðsvenjarin verður settur, sigur Christian Andreasen, at tað helst ikki skulu ganga meira enn tvær vikur áðrenn tað er avgreitt.

- Vit fáa eitt tilmæli frá leiðsluni í Fótbóltssambandinum, bæði tí fyrisitingarligu og tí ítróttarligu, í næstum og so fara vit víðari harfrá. Og vónandi kunnu vit fáa tað avgreitt í næstu viku, ella í seinasta lagi í aðru viku, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

 

Hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14.00.

1722404

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585