Hjálparprestur hjá próstinum

Hjálparprestur hjá próstinum
Tummas Kannuberg tekur við starvinum 1. september
Tummas Kannuberg verður hjálparprestur hjá próstinum.
 
22.08.2024 - 09:57

 

Biskupur hevur sett Tummas Kannuberg í starv sum hjálparprestur hjá próstinum í eitt ár, frá 1. september til 31. august næsta ár.

Talan er um eina royndarverkætlan, skrivar Fólkakirkjan. 

Aftrat starvinum sum hjálparprestur, skal Tummas Kannuberg, í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum, halda gudstænastur í kirkjusóknum, har minni enn 400 fólk eru.

 

Ólavur Eysturdal.

 

Anne Mette í farloyvi

Ólavur Eysturdal er settur í starvið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Hann tekur við 1. september, og verður í starvinum til 1. januar 2025.

Ólavur Eysturdal hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í stívliga eitt ár. 

Í heyst fer sóknarpresturin Anne Mette Greve Klemensen í lestrarfarloyvi. 

Í hesum sambandi hevur biskupur í samráði við kirkjuráðini sett Ólav Eysturdal í starv sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Í prestagjaldinum eru Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV