KÍ spælir um Conference League-plássið

KÍ spælir um Conference League-plássið
KÍ tekur ímóti HJK Helsinki á Tórsvølli í fyrra playoff-dystinum til Conference League, sum í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarin ár
Páll Klettskarð og liðfelagarnir í KÍ taka ímóti HJK Helsinki á Tórsvølli í kvøld.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.08.2024 - 14:40

KÍ tekur í kvøld ímóti HJK Helsinki í fyrra playoff-dystinum til Conference League.

Vinnarin samanlagt av teimum tveimum dystunum fær pláss í triðbestu UEFA-kappingini fyri feløg, sum í ár er skipað øðrvísi enn undanfarnu árini.

Tað er eingin loyna, at KÍ ætlar sær í evropeiskt endaspæl, og dystirnir ímóti finnum er síðsti kjansur eftir tapið ímóti Borac Banja Luka í 3. umfari av Evropa League.

 - Vit skulu halda fram við okkara góða spæli á heimavølli. Vit skulu hava eitt gott úrslit - ein sigur, segði Patrick da Silva við portal.fo.

 - So vænti eg, at tað verður lættari á útivølli í Helsinki, enn tað var ímóti Borac í Bosnia. Tað er ikki líka heitt, og tað er á graslíki, segði vinstri bakkurin hjá KÍ.

Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum klokkan 19:35.

 

Bólkaspælið er strikað

Um KÍ megnar at spæla seg víðari í Conference League, verður ikki talan um bólkaspæl eins og í fjør. Allar evropeisku kappingarnar fyri feløg hjá UEFA, Champions League, Evropa League og Conference League, eru umskipaðar. 

Í staðin fyri at skipa liðini í bólkar, eru øll 36 liðini í Conference League saman í einari deild, har øll spæla seks dystir ímóti seks ymiskum mótstøðuliðum út frá styrkismeting, sum er gjørd frammanundan.

Átta tey fremstu liðini fara víðari, meðan liðini frá 9. til 24. pláss spæla knock-out dystir sínámillum um pláss í endaumførunum, sum er skipað sum vanligt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576