Finnur Fríði verður í Gøtu í morgin

Finnur Fríði verður í Gøtu í morgin
Skipið verður doypt, og skipað verður fyri almennari móttøku
Finnur Fríði flaggskrýddur í Skagen, áðrenn kósin var sett móti Føroyum i gjárkvøldið.
Mynd: Hardi Hansen  
 
23.08.2024 - 11:01

Í gjárkvøldið fór nýggja nótaskipið hjá Varðanum í Gøtu, Finnur Fríði, úr Skagen, og skipið er nú á veg til Føroya.

Finnur Fríði verður væntandi í Gøtu í morgin. Har verður skipið doypt, og skipað verður fyri almennari móttøku.

 

(Mynd: Hardi Hansen)

 

Varðin gjørdi sáttmála við Karstens skipasmiðjuna í Skagen um Finn Fríða í 2021. Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og skipið er síðani gjørt liðugt í Skagen.

Finnur Fríði eru 88 metrar langur og 16,5  metrar breiður. Hann hevur umhvørvisvinarliga tøkni, og motorurin er gjørdur at brúka framtíðar brennievni, sum t.d. metanol og ammoniak.

Finnur Fríði tekur 3.000 tons. 

Ætlanin er at fara til fiskiskap longu í næstu viku. 

 

(Mynd: Hardi Hansen)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028