Sendimaðurin fer til Ísraels í morgin

Sendimaðurin fer til Ísraels í morgin
Petur Petersen ætlar til Ísraels, hóast støðan er vorðin enn spentari í økinum
Petur Petersen tekur við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael hin 1. september.
 
25.08.2024 - 16:10

Petur Petersen, sum 1. septembur tekur við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael, fer eftir ætlan til Ísraels í morgin.

- Sum er, fari eg avstað, sigur Petur Petersen í stuttari viðmerking.

Hann skal flúgva til París og viðari haðani til Tel Aviv í morgin.

Air France hevur avlýst flúgving sína til Ísraels í dag, men enn er óvist, hvussu verður í morgin.

- Eg havi enn einki frætt um, at ferð mín er avlýst, sigur Petur Petersen.

Hann tekur, sum sagt, við 1. septembur og hevur ongar viðmerkingar til støðuna í Ísrael.

- Torført er at gera metingar, og støðan broyist skjótt harniðri, sigur Petur Petersen.

Føroyar hava havt sendistovu í Ísrael í nøkur ár, hon heldur til í Tel Aviv

Føroyar hava ongan stovn, sum metir um trygdina í teimum einstøku londunum, og føroyskir myndugleikar halda seg tí til metingar hjá donskum myndugleikum slíkum viðvíkjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672